FANDOM

2,046,025 Pages

StarIconGreen
LangIcon
Ferð til dreymaland

This song is by Terji Rasmussen and appears on the album Terji og Føstufressar (1990).

  • Music: Terji Rasmussen
  • Lyrics: Anker Eli Petersen
Hákunnardrongur situr við tína song
og leggur tær torvmold í eyga,
hann syngur eina vísu um, at náttin er so long
og tú má honum lova,
at tú legst at sova,
tá sleppur tú í dreymaland
at spæla til tað lýsnar

So banka tit á portrini í stóru dreymaborg
sum opnast - og tit trína innar
í vakrar urtagarðar har einki eitur sorg
tit ganga eftir gøtum
á blómuprýddum fløtum,
har littir fuglar syngja
so vakurt fyri tær

So ríða tit á mánastrálum eftir himnabrúgvum
og stjørnurnar lýsa tær á veg
tær hanga undir hválvinum í smáum bjørtum rúgvum,
og sum klokkur tær ringja,
sum einglar tær syngja
og ynskja, at eydnan
skal fylgja tær á veg

Tú vaskar tær í silvitni, sum mánin hin klári
í nátt letur dansa á vág,
og norðlýsið bjarta tær tváar inn hárið,
tú tornar á strondum
í ævintýrlondum,
og stjørnudust flættar
tú í títt reina hár

Men út móti morgninum, Hákunnardrongur
teg leiðir heim í tína song,
nú sleppur tú ikki at spæla har longur,
tí dagur fær nátt
til at fella í fátt,
og dreymarnir hvørva
tá ljósið er nær

External links