Wikia

LyricWiki

Petur Pólson:Timburmenn Lyrics

Talk0
1,837,987pages on
this wiki
Petur Pólson
StarIconGreen
This song is performed by Petur Pólson and appears on the album Koma (2005).
  • Music: Símun úr Konoy
  • Lyrics: Símun úr Konoy
hann situr og kúrir
í oyðini høll
sær flugur, tvístertur
og stór torvatrøll

nær man hann fara sjúkuni at basa
nær kann hann aftur hurðina upplæsa

og sveittin hann drívur
úr hvørjari spong
hann sær eiturkoppar krúpa
í tí dýggjvátu songnær kann hann aftur hurðina upplæsa

hann skelvir, hann piprar
hann rópar, hann ristir
hann eigur onki at drekka
sjálvt um hann er tystur

inn koma svartaklukkur
av ymsari stødd
ein halaleysur frensur
og ein seyður uttan høvd

nú bankar upp á dyrnar
inn kemur reyðargull
ein javnari, ein fløska
av brennivíni full

nú man hann fara sjúkuni at basa
nú kann hann aftur hurðina upplæsa

Around Wikia's network

Random Wiki